So leingi skulu børn sita frammanfyri skermin

Tey vaksnu skulu seta mørkini, sigur Gigni, sum er heilsufrøði til børn og ung

Hvussu leingi eiga børn og ung at sleppa at brúka frammanfyri sjónvarpsskíggjan, ella at sita við telduna?

Tað er helst ein spurningur øll foreldur hava sett sær onkuntíð.

 

Nú gevur Gigni, sum er Heilsufrøði til børn og ung, sítt boð upp á, hvussu leingi, børn og ung skulu sleppa at sita við skermin.

 

Eitt mark fyri, hvussu leingi vit sita frammanfyri skermin, er ein partur av einum góðum familjulívi, sigur Gigni á síni heimasíðu.

 

Tað, sum Gigni meinar við skermtíð, er tann tíðin, sum verður brúkt til at hyggja at sjónvarpi ella eftir DVD filmi, ella at sita frammanfyri telduna ella teldilin.

Men hugsað verður eisini um tey handhildnu telduspølini og fartelefonina.

 

Gigni sigur, at børn og ung eiga ikki at brúka nógva tíð frammanfyri skermin.

Børn undir tvey ár, skulu helst ikki hava nakra skermtíð yvirhøvur. 



Børn ímillum tvey og fimm ár, eiga helst ikki at brúka meira enn eina tíma um dagin frammanfyri skermin, og børn ímillum fimm og 18 ár eiga helst ikki at hava meira enn tveir tímar av skermtíð um dagin.



 

- Tað er nógv ymiskt virksemi, sum er sera týdningarmikið fyri menningina hjá tí einstaka barninum sigur Gigni.

Her verður sipað til likamligt spæl ella rørslur, skapandi og ímyndað spæl, stuttligar og verkligar venjingar og alt tað, sum inniber samband og samveru við onnur menniskju.



 

- Børn og tannáringar, sum tíðliga í barnaárunum, hava ment heilsugóðar vanar við skermin, hava lættari at velja heilsugott, tá ið tey seinni í lívinum skula velja, hvat tey vilja brúka sína frítíð til, sigur Gigni.


Tí eiga tey vaksnu at  seta vegleiðandi mørk fyri skermtíð, alt eftir, hvussu gamalt barnið er.

 

Men tey vaksnu eiga eisini at vera góðar fyrimyndir, við at avmarkað sína egnu skermtíð.

 

Men í hesum sambandi hevur tað eisini týdning at syrgja fyri, at barnið fær fleiri møguleikar fyri undirhaldi og stimbri.

 

Gigni heldur eisini, at teldur, sjónvørp og teldlar eiga at vera í felagshølum hjá famuljuni og ikki í sovikamarinum hjá børnunum
, og 
sjónvarpið eigur at verða sløkt um morgunin, áðrenn tit fara av húsum og tá ið máltíðirnar eru.


 

- Tað er týdningarmikið at hugsa um, at tíðin sum verður brúkt til skermin er tíð, sum verður tikin frá øðrum virksemi, sum kann vera sera virðismikið fyri heilsu og menning hjá barninum og tí unga sigur Gigni.