Frítíðardepilin í Skálavík ætlar nú at bjóða børnum til eitt hugnaligt tiltak hvønn mikudag í vetur.
Undir heitinum Leikalund verður henda spælistovan fyriskipað í deplinum fyri børn undir skúlaaldur og barnagarðsbørn.
Hetta fyrsta barnatiltakið verður longu mikudagin, og verður fyriskipað hvønn mikudag í vetur.
Av tí at matur eisini er á skránni, er neyðugt at bíleggja pláss frammanundan.










