So legði Pamela til havs

Pamela Anderson brúkti fimm korter til tíðindafundin, og so fór hon av hotellinum

Í morgun kom kanadiska sjónvarpsstjørnan Pamela Anderson til Føroya, og á middegi var hon við á tíðindafundi hjá Sea Shepherd, har hon lýsti sín stuðul til herferðina ímóti grindadrápi.

Tíðindafundurin mundi ikki gera nakran klókari, tí fyri tað mesta var talan um skotgravakríggj millum føroyingar og umboðini hjá Sea Shepherd.

Pamela Anderson slapp eisini fram at og royndi at svara fyri seg.

Hon segði seg eisini vera til reiðar at hoyra føroysk sjónarmið, meðan hon er í Føroyum.

Eftir tíðindafundin fóru Pamela Anderson og maðurin Rick Salomon av Hotel Føroyum, tí tey skuldu siglitúr.

Pamela Anderson verður í Føroyum ein part av vikuskiftinum. Tey fyrstu flogførini, sum fara av landinum, eru eftir øllum at døma útseld, og tí skal hon finna fyrst sær fart av landinum.