Tá ein tosar um Vestmanna, fellur prátið oftast inn á hondbóltin ella kappróðurin, sum framvegis sermerkja bygdarlívið.
Men tað eru eisini onnur, ið ikki íðka ítrótt, men sum kortini dáma væl at ganga túrar ella renna sær eitt strekki.
Til tess at lætta um hjá teimum hevur kommunan nú gjørt eitt yvirlit yvir ávísar teinar í bygdini, har væl ber til at renna og ganga.
Tað sermerkta við yvirlitinum er, at ein sær eisini, hvussu langur tann einstaki túrurin er.
Ella kanska kann hetta yvirlitið vísa fólki, um tey ístaðin áttu at gingið eina aðra leið, fyri at gera túrin enn longri, verður sagt úr kommununi.
Hinvegin frættir kommunan fegin frá fólki, sum ynskja ein tein uppmátaðan, og sum enn ikki er komin uppá kortið.