Tað er ikki sama veiggj í strandakvinnum í ár, sum í fjør. Tá vóru tær, til tað síðsta við í kappingini um gullið, sum tó endaði hjá Kyndli. Higartil í ár hava úrslitini verið nakað svingandi til at tær rættiliga kunnu gera seg galdandi. Sum heild er tað tó til at frøast um, at fleiri lið gerast betri, tí tað bert økir um áhugan fyri ítróttargreinini, at dystirnir eru meira spennandi.
Sunnudagin vóru strandakvinnur og vitjaðu Stjørnuna í Klaksvík. Hetta er annar dysturin teirra millum í ár. Fyrra dystin, sum liðini leiktu á Skála, vann StÍF, men soleiðis skuldi ikki gangast hesaferð.
Tað var tó StÍF, sum legði seg á odda í byrjanini. Tær sníktu seg eini tvey-trý mál framum, og tað vísti seg at vera trupult hjá Stjørnuni at svara aftur.
Stjørnan dekkaði 6-0 at byrja við, og tað hóvaði strandakvinnum væl, tí á tann hátt sluppu tær nærri feltinum at enda álopini og tað er eftir øllum at døma tað, teimum dámar best í løtuni.
Ikki tí, á liðnum hava tær annars ein leikara, sum fyrr í tíðini í hvussu er, ikki fírdi fyri at smekka til langt úti frá og tá gav tað ofta bonus ? sera ofta.
Soleiðis er eftir øllum at døma ikki longur og nú verður skotið frá styttri fjarstøðu.
Hesum funnu klaksvíksgenturnar út av og teir broyttu tí verjuna til 5-1 í staðin og tað vísti seg at verða nóg mikið til at venda gongdini.
Sjey mál á rað
Sum nevnt komu strandakvinnur framum í byrjanini av dystinum. Tær løgdu seg tvey-trý mál fram um , men tær sluppu ikki longur. Stjørnan svaraði alla tíðina aftur.
Einu løtuna móti endanum av fyrra hálvleiki var StÍF á odda við fimm málum 10-5. Men næstu sjey málini á rað fekk Stjørnan. Trý tey fyrstu í fyrra hálvleiki, soleiðis at hálvleiksstøðan var 10-8 og fýra tey næstu í seinna hálvleiki soleiðis at tær fyri fyrstu ferð í dystinum av røttum komu framum.
Úr Klaksvík frætta vit, at tað serliga vóru Joan M. Joensen og Sólvá Eystberg, sum leiktu væl. Tá Stjørnan umskipaði verjuspæl sítt, varð Joan M. Joensen sett fram at dekka, og eins og í dystinum móti GÍ/Tjaldrinum gekk tað framúr væl. Joan er ótrúliga skjót og strandakvinnur høvdu sera trupult við at spæla uttanum hana. Hon dugdi sera væl at fáa fatur á avleveringunum hjá strandakvinnum og fara í skjótálop.
Óluva stóð
sum ein múrur
Tað, at Stjørnan broytti verjustrategi gjørdi, at innspælið hjá strandingum til strikuna púrasta steðgaði upp. Alis Høghamar fekk barst seg til nøkur brotskøst í fyrra hálvleiki, men hetta steðgaði púrasta upp tá verjan hjá Stjørnuni varð umskipað.
Ein onnur orsøk til, at StÍF kom so væl frá byrjan, var, at Óluva Djurhuus leikti so væl sum hon gjørdi. Hon er ein gomul rotta í fakinum, men hon vísti, at tað so sanniliga er dugur í henni enn. Í byrjanini av dystinum tók hon so at siga alt, sum Stjørnan skjeyt og tað var ikki so lítið. Klaksvíkingar høvdu eini 25 skot á mál, men bert átta teirra fóru í kassan. Restina tók Óluva ella fóru tey við síðuna av.
So tað var um at gera, at klaksvíksgentur mistu móti einu løtuna, hóast eingin orsøk vísti seg verða til tess. Tí hóast tað í hálvleikssteðginum sá eitt sindur svart út, so var ikki øll vón úti og Stjørnan kom so sanniliga aftur í aftur dystin, sum tær at enda vunnu við trimum málum.
Endin spennandi
Tað var tó ikki fyrr enn í allarsíðstu løtu, at dysturin varð avgjørdur. Strandakvinnur hildu tørn við Stjørnuni hóast hinar vóru farnar framum. Tær sluppu ikki meiri enn tað eina málið framum. Tá 26 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki var Stjørnan bert frammanfyri við einum máli, men so fekk StÍF Paulu Jacobsen vísta av vøllinum og Annika Ljósstein skoraði uppá brotskastið, sum fylgdi við útvísingini. Dysturin var í veruleikanum avgjørdur og tað at Stjørnan fekk eitt mál afturat hevði so at siga bert kosmetiskan týdning.
Ein spennandi dystur var av og tað var Stjørnan, sum glampaði aftaná dystin.










