Jan Hansen, Nólsoy
--------
Hettar er út av lagi vánaligt, ein farleið hjá Strandferðsluni hevur brek, men tað lættasta er at flyta trupuleikan, so eru øll glað.
At hesin framferðarhátturin hjá SSL verður nýttur hvørjaferð galið er á ávísum leiðum, er sjón fyri søgn. Allar oyggjar norðan fyri Skopunarfjørð skulu svíða, tí Teistin hevur brek - tað er skom av tí allarstørsta fyri SSL, og sjálvandi eisini landsins mynduleikar.
Hvat er galið, og hví eru Alfa Pilot og Silja Star ikki góð nokk, tá teir eru góðir nokk til restina av oygginum, eingin trupuleiki er hjá Ternuni at sigla farmatúr ímillum túrarnar til Nólsoyar.
Strandfaraskip Landsins flutti til Suðuroyar, og eitt er púra greitt, síðani tann dagin er alt vorið verri. Eyguni á SSL røkka ikki norður um Gomlu Rætt, og vónandi flytur SSL til Havnar aftur skjótt - ella til Norðoyggjar.
Tann endaliga skommin liggur hjá føroya landsstýri, men SSL hevur ongar umskyldningar fyri at lata okkum norðanfjørs svíða fyri, at tann eina leiðin skal hava reyðan løbara.
Vit skulu minnast til, at sum einasta farleiðin í landinum hevur Sandoy tvey skip til at taka.
Hví skulu vit straffast hvørjaferð ?
Løgtingsvalið er farið aftur um bak, gylt lyftir og grønar skógir hava teir útvaldu lovað, kanska okkurt lyftið verður hildið, men tað røkkur ongantíð longur enn til egna familju og kanska til privatar vinir eisini.
Vit nólsoyingar hava so ongan mann á tingi, so vit fáa nokk ikki meira enn vit hava fingið framanundan - nevniliga EINKI.