So koyrir føroyski virðisbrævamarknaðurin

Eitt nýtt tíðarskeið byrjaði í føroyskari fíggjarsøgu, tá Virðisbrævamarknaður Føroya (VMF) á Hafnia týsmorgunin skrivaði undir samstarvsavtalu við Kauphøll Íslands, ISEX. Føroyskar fyritøkur kunnu nú skráseta seg á nýggja, føroyska virðisbrævamarknaðinum, og stigtakararnir Sigurd Poulsen og Marner Jacobsen meta talan vera um stórt framstig, sum í seinasta enda kann skapa búskaparvøkst

Eftir fyrireikingar síðani 1997 er endalig samstarvsavtala nú fingin í lag millum Virðisbrævamarknað Føroya (VMF) og Kauphøll Íslands, ICEX. Føroysk virðisbrøv kunnu nú verða skrásett í handilsskipanini Saxess, og er talan um somu skipan, sum hinir norðurlendsku virðisbrævamarknaðirnir nýta í Norex samstarvinum. Sostatt kunnu føroyskar fyritøkur nú skráseta seg á føroyska virðisbrævamarknaðinum, og letur hetta upp nýggjar møguleikar í føroyska vinnulívinum.

Einskiljingar á veg
Stjórin í VMF er Sigurd Poulsen, og hann gav á tíðindafundinum týsmorgunin til kennar, at hann er glaður fyri nýggju samstarvsavtaluna.
- Vit, sum hava arbeitt við hesi verkætlan síðani 1997, meta ein virknan virðisbrævamarknað sum týðandi fortreyt fyri at einskilja almennar fyritøkur og skapa vøkstur í búskapinum. Fyritøkum í Føroyum tørvar vágafúsan kapital til at menna og styrkja seg, og ein virkin marknaður ger hetta møguligt, sigur Sigurd Poulsen.
Ein høvuðsavleiðing av nýggja føroyska virðisbrævamarknaðinum er júst hetta, at gongd kann koma á nógv umstríddu einskiljingarnar, og umframt Sigurd Poulsen segði Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa og nevndarlimur í VMF, at marknaðurin kann vera eitt einskiljingaramboð hjá tí almenna.

VMF skapar búskaparvøkst
Marner Jacobsen, sum eisini helt fyrilestur týsmorgunin, heldur talan vera um eitt stórt framstig á føroyska vinnuøkinum.
- Virðisbrævamarknaður Føroya kann geva føroyskum fyritøkum betri møguleikar og í seinasta enda føra til størri búskaparligan vøkstur, tí gjøgnum VMF fáa fyritøkur í Føroyum uttan iva lættari atgongd til kapital - bæði partapening og aðra fígging, sigur Marner Jacobsen. Hann vísir á, at hetta skapar fyritøkunum virkis- og vakstrarmøguleikar, og úrslitið kann gerast størri búskaparligur vøkstur í landinum uppá sikt.
Marner Jacobsen legði í framløgu síni dent á, at endamálið er at skapa meirvirði fyri áhugabólkar og samfelagið sum heild við stovnan og viðlíkahaldi av einum marknaði fyri føroysk partabrøv, lánsbrøv, íløgufeløg o.s.fr. Sambært Marner eru lunnar nú lagdar undir eitt langtíðarsamstarv við íslendska samstarvsfelagan ICEX, og lagt varð afturat, at VMF kemur inn sum partaeigari í ICEX, so samstarv verður á jøvnum føti. VMF gerst partaeigari við 5,6% av partapeninginum.

Harðar treytir
Stjórin Sigurd Poulsen vísir á, at ein og hvør fyritøka kann ikki skrásetast á virðisbrævamarknaðinum.
- Stór krøv verða sett til fyritøkurnar, sum ynskja at skráseta seg á marknaðinum, so trygd verður veitt íleggjarunum. M.a. skal roknskapurin seinastu trý árini síggja væl út, sigur Sigurd Poulsen. Hann vísir á, at hetta er ikki heilt nýtt fyri allar fyritøkur í landinum, og m.a. arbeiða peningastovnarnir undir líknandi umstøðum.
Avtalan ásetur ítøkiligu treytirnar fyri at skráseta og handla føroysk virðisbrøv og arbeiðs- og inntøkubýtið millum VMF og ISEX. Sambært Marner Jacobsen eru avleiðingarnar m.a., at tað verður lættari at gerast partaeigari í føroyskari fyritøku, men at tað eisini verður lættari at koma burturúr aftur. Umframt hetta verður eisini lættari og smidligari at selja føroysk lánsbrøv og íløguprógv, og fáa fyritøkur við marknaðinum betri atgongd til partapening og lánkapital. Seinastu ávístu avleiðingarnar av stigtakarunum eru, at fyritøkur fáa betri møguleikar at víðka um virksemið í og uttanfyri Føroyar, meðan eigaraskifti í føroyska vinnulívinum eisini kunnu fremjast skjótari og lættari.

Áhugaðar fyritøkur
Sigurd Poulsen vísir at enda á, at føroyskar fyritøkur longu hava víst áhuga at skrásetast, og higartil er ein einstøk fyritøka, sum í ár er til reiðar at skrásetast á føroyska virðisbrævamarknaðinum, meðan aðrar væntandi koma seinni. Upplýst verður ikki frá VMF, hvørjar hesar fyritøkur eru.
Á fundinum varð heimasíðan www.vmf.fo eisini framløgd av skrivaranum Hans Ellefsen, meðan Thórdur Friðjónsson, stjóri í Kauphøll Íslands, og Bjarni Ármannsson, nevndarformaður í Kauphøll Íslands, skrivaðu undir avtaluna og ynsktu føroyingum góða eydnu.