Fótbóltur
Tað líktist eini endurtøku av seinasta dystinum í fjør, tá Skála sunnudagin fór av Eiði við einum 1-0 sigri í viðførinum. Ta ferðina tóktust teir hjá Skála at hava mist luftina í stríðnum um heiðursmerki og europeiskan fótbólt, men við einum 1-0 sigri megnaðu teir kortini at halda sær á bronsuplássinum.
Hesa ferð var tað tó gullið, sum stóð upp á spæl. Eftir fýra dystir uttan sigur, stóð nú nógv á hjá Skála, og í veruleikanum var talan um allar seinasta útkall, skuldu teir framvegis vera partur av oddastríðnum.
Og eftir 80 minuttum var Skála at kalla úti úr stríðnum. Bæði B36 og HB høvdu kós móti sigri í ávíkavist Gøtu og Havn, og varð talan um málleysan javnleik á Eiði, so kundi Skála í mesta lagi gera sær vónir um silvurmerkini. Men Nenad Stankovic vildi tað øðrvísi.
Maðurin, sum av mongum verður mettur sum favorittur til heitið sum ársins spælari, hevur kanska ikki skotið so nógv mál. Men afturfyri, so hevur talan verið um týðandi spørk. Soleiðis var tað hann, sum við einum máli í Havn vissaði Skála sigurin, tá teir á útivølli bastu HB, og aftur hesa ferð var hann bjargingin. Hesa ferð var uppskriftin hornaspark, sum Iulian Florescu sendi væl innfyri, og tá eingin heimamaður fekk sparkað burtur, var Nenad rætti maðurin á rætta staðnum.
Linligur dystur
Talan var annars um ein dyst av teimum heldur linligu á Eiði sunnudagin. Báðir partar høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum, og fyri tað nógva ráddi um at halda seg frá óneyðugum mistøkum, sum kundu bera tap við sær.
Gestirnir høvdu ikki óvæntað lagt seg eftir at ansa Sorin Anghel sera væl, og tann setningin greiddi Pætur Dam Jacobsen til fulnar. EB/Streymur hevði tó einstakar møguleikar, men teir megnaðu ikki at gera sær dælt av hesum.
Skála dúvaði hinvegin upp á eyðkendu kviku kontra-álopini. Teir lógu rættiliga djúpt á vøllinum, men tá teir so fóru frameftir, gekk tað aftur fyri skjótt fyri seg. Bogi Gregersen var eisini heilt nær við ta einu ferðina, men skotið fór framvið málinum, og so líktist tað søguni, sum hon so ofta hevur verið hjá Skála seinasta mánaðin.
Men tann søgan broyttist altso, tá Nenad slapp framat. Og úrslitið hevur við sær, at Skála nú av álvara hevur lagt seg í bakhjólið undan seinasta umfarinum. Sum góðir súkklarar kunnu teir nú strúka fram við bæði B36 og HB beint undan sjálvari málstrikuni, men tað krevur so eisini, at úrslitini laga seg. Fyrst og fremst er treytin, at Skála ger sítt, tá GÍ kemur á vitjan. Og í øðrum lagi er treytin, at teir báðir grannarnir í Havn fyri triðu ferð í ár spæla javnleik. Kanska ikki eitt heilt ósannlíkt úrslit, menn hinvegin eitt úrslit, sum teir hjá Skála ikki eru harrar fyri sjálvir. Í so máta munnu teir í dag iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa betri úrtøku móti TB, NSÍ, HB ella KÍ seinastu fýra dystirnar.