Leingi er tað, sum væl skal verða, verður mangan tikið til. Broytingarnar í útlendingalógini hava verið ávegis í drúgva tíð, men nú hevur samgongan samtykt at leggja málið fram og fáa tað samtykt. Málið er eisini lagt fram í Fólkatinginum, so gongur alt, sum ætlað, so verður nýggja skipanin virkin um tveir mánaðir ella so. Tað fegnist eg um sum samgonguleiðari.
Ein munadygg og smidlig skipan
Stóri fyrimunurin við hesum uppskoti er, at tað verður munandi lættari at fáa hendur á evropeiskari arbeiðsmegi. Tá váttan er fingin um 30 tímar arbeiðsviku frá einum arbeiðsgevara, kemur útlendingurin inn og fær eftirfylgjandi útskrivað arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Ein avleiddur fyrimunur er eisini, at tað fer at bera til at skifta arbeiðsgevara uttan nýggja viðgerð hjá myndugleikunum. Hetta hevur ikki verið møguligt higartil.
Tað hevur av mongum verið ført fram, at fáa vit ikki atgongd til fleiri hendur í vinnuni, er vandi fyri, at hjólini fara at mala seinni. Hesin boðskapur hevur verið greiður. Tí hevur hetta málið ligið frammarlaga í politisku raðfestingini, hóast tað ikki gekk so skjótt, sum vit ynsktu.
Men alt hevur eina orsøk, eisini hetta. Gaman í hevur málið stóran týdning búskaparliga. Men tað skerst ikki burtur, at málið er eisini sera grundleggjandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Tí hevur tað ligið okkum nógv á sinni at fáa eitt uppskot, sum partarnir, um ikki beinleiðis skuldu fegnast um, men tó kunnu liva við. Hetta haldi eg avgjørt hevur eydnast.
Fastlønarskipan
Fakfeløgini hava serliga funnist at trimum viðurskiftum: framíhjárætturin, kunningin og eftirlitið. Viðvíkjandi tí fyrsta, so er tað væl skiljandi, at fakfeløgini eru á varðhaldi, um útlendsk arbeiðsmegi fær betri sømdir enn okkara egna. Við trygd fyri 30 tímum um vikuna, har okkara egna onga slíka trygd hevur, er henda atfinning til at skilja. Men Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur givið greiða melding um, at tey vilja taka stig til samráðingar um eina fastlønarskipan fyri fiskavirkisarbeiðið, so tað er upp til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera av og fáa hesa skipan í lag. Um tað eydnast, kann so ótrúliga nógv meira verða vunnið, og hetta vil verða størsti sigur á arbeiðsmarknaðinum í mong Harrans ár.
Vert er eisini at geva gætur, at í uppskotinum stendur, at fer arbeiðsloysið upp um 3,5% í einum tríggjar mánaðar skeiði, verður lógin óvirkin. Harafturat skulu útlendingar hava somu lønarviðurskifti sum føroyingar. Tí veitir lógin trygd fyri, at undirlønt útlendsk arbeiðsmegi ikki floymir føroyska arbeiðsmarknaðin, og føroyingar verða skúgvaðir til viks.
Samskipan av útlendingaøkinum
Viðvíkjandi kunning og eftirliti, fer landsstýriskvinnan við útlendingamálum at seta á stovn eina útlendingaskrivstovu, sum m.a. skal átaka sær hesar skyldur.
Útlendingastovan skal saman við løgmálaráðnum eisini fara í gongd við at fyrireika yvirtøkuna av øllum útlendingamálinum. Tá kunnu vit sjálvi gera av, hvussu vit skipa henda trupla partin av okkara politikki og tillaga hann okkara egnu viðurskifti.
Hetta uppskotið er eitt stig rætta vegin. Alt í alt ein skilagóð tilgongd, hóast tíðin gjørdist nakað drúgv.