So kom tann fyrsti hemarin í kappingini Shark Atlantic. Hemarin tók norðarlaga í Vestmannasundi um klokkan 23 í gjárkvøldi.
- Beint áðrenn hemarin tók, lá ein ungur nebbafiskur og svam forvitin rundan um bátin. Hettar gjørdi løtuna ógloymandi. Hemarin bardist í umleið 15 minuttir.
Tað siga teir, sum veiddu hendan fyrsta hemaran í kappingini í gjárkvøldi, Heini Weihe og Magni Blástein - við bátinum, Blástein, sum er heimahoyrandi í Vestmanna.
- Vektin var 84,3 kilo, so talan er um eina "lætta" byrjan í kappingini, leggja teir aftrat.