Ævintýr hava ein serligan eginleika at hugtaka børn og vaksin. Líkamikið hvussu ofta tú hevur lisið ella hoyrt sama ævintýr, so troyttast tú ikki av tí. Heldur ikki, tá tú dugir ævintýrið uttanat. Tornarósa er altíð líka vøkur og trøllið líka ljótt og ræðuligt.
Ævintýr eru tíðarleys, men viðgera evni, sum øll eru áhugað í. Hjá børnum er tað tó serliga stríðið millum tað góða og tað ónda, sum er í hásæti, og tað, børnini serliga bíta merki í. Trøll, óndar stjúkmammur og ræðuligir úlvar gera frásøgnina spennandi og ikki minst ræðandi. men hóast ræðandi eru ævintýrini ikki ov ræðandi. Onkursvegna hava ævintýrini funnið ta fullkomnu javnvágina.
Í bókini eru átta av bestu og kendastu ævintýrunum. Talan er um teir tríggjar bukkarnar Brúsi, Eldførið, Tornarósu, Mishátta dunnuungan, Býartónleikararnar í Bremen, Mannin, sum skuldi halda hús, Reyðhúgvu og Pannukøkuna. Hetta eru ævintýr, sum Asbjørnsen og Moe, H. C. Andersen og brøðurnir Grimm hava savnað. Felags fyri ævintýrini er, at tað er Svend Otto S, sum hevur myndprýtt øll ævintýrini.
Tvey ævintýr, Pannukøkan og Maðurin sum skuldi halda hús, koma á fyrsta sinni út í føroyskari týðing. Hini seks eru øll komin út á føroyskum fyrr.
Niels Jákup Thomsen, Pauli Hansen, Marius Johannesen, Hervør Jákupsson og Amy Tausen týddu. Bókin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út, er 216 blaðsíður.