So kom Potter

Seinasta útgávan hjá Bókadeildini ár er ongin minni enn mest umrødda bókin í longri tíð. Umsíðir liggur føroyska týðingin av nýggjastu Harry Potter bókini í bókabúðunum

J.K.Rowling, sum fekk hugskotið til Harry Potter á eini tokferð frá Manchester til London, hevur nú skrivað sættu bókina, sum Bergur Rasmussen hevur týtt til føroyskt.
Hóast síðutølini eru mong, so hómast ikki møði í skrivingini hjá Rowling. Í Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin økist spenningurin enn meira, og enski høvundurin megnar enn eina ferð at seta saman eina frálíka søgu um muglarar og gandafólk, eina søgu um tað ónda og góða í okkum øllum.      
Harry er í summarfrí hjá Dursley familjuni, har hann fyri tað mesta hevur ligið í songini og syrgt deyða Sirius og minst aftur á tað øtiligu uppgerð við deyðsátararnar og Gandamálaráðið og skakandi hólmgonguna millum Dumbledore og Lord Voldemort. Tá ið søgan byrjar, situr hann fjáltraður og bíðar eftir, at Dumbledore skal koma at vitja, tí hvat er tað, sum ikki kann bíða til Harry er aftur á Hogwarts?
Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin er 561 bls.