So kom álitið úr vinnunevndini

- Hetta er tað, sum samgonguumboðini í nevndini eru komin til, segði Bjørt Samuelsen, beint áðrenn hon legði álitið fram.

Fyri litlari løtu síðan segði Bjørt Samuelsen, forkvinna í vinnunevnd løgtingsins, við Kvf, at vinnunevndin nú er til reiðar at leggja álit í málinum um fyrisiting av sjófeingi fyri løgtingið, og at 2. viðgerð av uppskotinum helst verður fríggjadagin.

 

Beint eftir, at KvF endaði prátið við forkvinnuna í vinnunevndini, skuldi hon leggja vinnunevndarálitið fyri løgtingið, og soleiðis mugu vit ganga út frá, at leingi væntaða álitið nú er lagt fyri Føroya løgting til aðru viðgerð.

 

Bjørt Samuelsen segði, at hetta er tað, sum samgonguumboðini í nevndini eru komin til, men soleiðis, sum lurtararnir skiltu vinnunevndarforkvinnuna, kundi hon ikki veita fulla vissu fyri, at øll samgongan tekur undir við uppskotinum, soleiðis sum tað fyriliggur í løtuni.

 

Við KvF segði Bjørt Samuelsen, at parturin av sild og makreli, sum skal seljast á uppboði, eftir hesum uppskotinum er minkaður úr 25 prosentum niður í 15 prosent, meðan parturin av svartkjafti, sum skal seljast á uppboði, framvegis verður 25 prosent.

 

Vinnunevndarforkvinnan segði, at fleiri ymiskar broytingar eru í nýggjastu útgávuni av álitinum hjá samgonguumboðunum, og millum broytingarnar er, at parturin av menningarkvotum er øktur úr sjey prosentum upp í 8,5 prosent.