Hondbóltur ? kvinnur
Í leikskránni til dystin varð tosa um eina grøna kreppu, og við hesum varð sjálvandi sipað til støðuna hjá Kyndli, har bæði kvinnur og menn hava verið í botni í ár. Nakað sum er fullkomuliga óhoyrt hjá sigursvanda felagnum.
Hóast tað kanska svíður mest, at menninir liggja niðastir, so er einki at ivast í, at undan kappingini vóru vónirnar kanska størri til kvinnurnar. Hóast liðið kanska ikki er heilt so sterkt, sum tað var í gullárunum, og hóast liðið ikki eigur útlendskar profilar at bjóða VÍF og Stjørnuni av, so varð roknað við, at talan fór so ikki verða um botnstríð. Til tess eiga leikarar sum Lotte Sørensen, Annika Ljósstein og Ann Hansen at borga fyri meira enn botnstríði.
Stigatalvan sigur tó eina aðra søgu, og skuldi metast eftir henni, so var eingin ivi um, at VB kom til Havnar eftir tveimum stigum. Tað var helst eisini hesum, sum gestirnir roknaðu við, men longu eftir fyrstu 10 minuttirnar, vóru tær vorðnar nakað væl klókari.
Kyndil byrjaði nevnliga við buldur og brak. Í verjuni góvu tær ikki nakað frá sær. Fríða Petersen byrjaði beinan vegin at taka broddin av VB-skotunum, og eina ferð fyri og aðra eftir kundu tær senda bóltarnar inn um Timea Varga í VB-málinum.
Ivaleyst var bragdliga byrjanin hjá heimaliðnum ein sannur skelkur fyri VB, og hesin mundi ikki gerast minni av, at toppskjúttin hjá liðnum, Gabriela Feketa tíðliga í dystinum noyddist út við skaða.
Ivaleyst vilja tær úr Vági siga, at missurin av Gabriellu var ein dyggur smeitur, og at hetta kostaði teimum dýrt í dystinum, og helst vilja tær eisini siga, at tað var møðsamt at spæla tveir dystir á rað, tá ferðast skuldi um Suðuroyarfjørð fyri at røkka báðum, men hvørki av hesum kann tó nýtast sum umbering fyri tapið leygardagin.
Kyndil var snøgt sagt betra liðið, og serstakliga fyrstu løtuna av dystinum og so í seinna hálvleiki sýndu tær, hví liðið fyri fáum árum síðani var hitt besta í landinum.
Ikki minst var tað Lotte Sørensen, sum við bæði vøkrum fríspælingum og tryggum skoringum sýndi klassa, men eisini Annika Ljósstein var sera sjónlig, eins og Rakul N. Joensen prógvaði, at hóast hon hevur havt frí í nærum tvey ár, so hevur hon als ikki gloymt, hvussu hondbóltur eigur at spælast.
Sum sagt, so var sigurin fult uppiborin, og hóast tvey stig sjálvsagt eru at fegnast um, so munnu Kyndilskvinnurnar frøast enn meira um, at tað loksins eydnaðist teimum at vinna á einum liði, sum er ovari enn tær á stigatalvuni.
Í hesum kappingarárinum hava tær fleiri ferðir verið nær við, men mest sum hvørja ferð tær hava fingið eitt sindur av mótgongd, er so alt dottið niður fyri aftur. Tí var tørvurin á eini »succes-uppliving« alstórur, og hesa fingu tær so leygardagin. Sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, fingu tær enn eina slíka dagin eftir, og so er spurningurin, hvussu Kyndil fær bygt víðari á hetta. Næst á skránni stendur fjórðingsfinalan í steypakappingini móti júst VB, og longu her kann Kyndil prógva, at talan ikki bert var um eitt upplop, men at tær nú aftur skulu takast í álvara.
Hinvegin skerst heldur ikki burtur, at tað kemur illa við hjá liðnum, at tær nú fara í vetrarfrí í landskappingini. Tá gongdin er positiv, ræður um at byggja víðari sum skjótast, men tað sleppa tær so ikki á hesum sinni. Hinvegin munnu dystarleysu vikurnar fyri framman tykjast nakað lættari, nú leikararnir kunnu gleða seg til komandi uppgávurnar.
Hjá VB er gongdin júst hin øvugta. Síðani kappingarbyrjan hevur pílurin fyri tað mesta peiggjað niðureftir. Tær byrjaðu væl, tó at talan gjørdist um tepurt tap fyri VÍF, og vórðu tær tá nevndar fyri FM-evni. Tað eru tær so avgjørt ikki longur, og við verandi gongd verða tær so heldur ikki evni til heiðursmerki av nøkrum slag, og tað samsvarar so avgjørt ikki við vónirnar, sum tær høvdu undan kappingini.
Dysturin í tølum
Kyndil-VB 29-18 (13-8)
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 8(3), Annika Ljósstein 4, Ann Hansen 4, Anja Johannesen 4, Rakul N. Joensen 4, Ann Mari Wang 3, Palma Petersen 2
VB: Regina Radó 7(3), Margret Augustinussen 3, Jensia Petersen 2, Gurið Mortensen 2, Gabriella Fekete 1, Durita Rouch 1, Rannvá Augustinussen 1
Brotskøst: Kyndil 3, VB 4
Útvísingar: Kyndil 3, VB 3
Dómarar úr StÍF: Pole Hansen & Jústines Justinussen. Fingu dystin at koyra mest sum uttan steðg.