So er greitt, at B36 og HB kunnu fara undir at byggja eina fótbóltshøll millum tey bæði felagshúsini.
Longu fyri fimm árum síðani vóru ítøkiligar ætlanir um hetta, men ta ferðina gjørdist tað av ongum, tí Býráðið ikki sá seg ført fyri at veita ætlanini peningaligan stuðul.
Tann parturin er tó í lagi hesaferð. Á býráðsfundi hóskvøldið í farnu viku varð nevnliga samtykt, at Býráðið skal veita stuðul upp 30% av verkætlanini, sum samanlagt verður mett at kosta onkra staðni millum sjey og átta mió kr.
Sambært ætlanini verður høllin bygd soleiðis, at talan verður um fótbóltshøll í niðaru hæddini, meðan Havnar Fimleikarfelag skal leiga ovaru hæddina.











