Henrik Old
-------
Tað kann vera sera áhugavert at lesa ummælið av einum sjálvum, serliga tá ummælari ætlar at finna tað mest negativa um ein, og onnur uppfata royndina sum nærmast positiva.
Havi ringt við at skilja, hvat persónligt syndaregistar hevur við formansvalið í Fiskimannafelagnum at gera,serliga tá syndirnar bara blíva til einar tvær tríggjar.
Sum eitt undantak, haldi eg tað verða neyðugt at gera eina viðmerking til ta persónliga, ið Jan Højgaard førir fram í grein síni um mína fortíð, annars haldi eg tað vera meira áhugavert at skifta orð um, hvussu ein kann bøta um viðurskiftini hjá fiskimonnum.
Tað, at eg havi verið fiskiskipari, hvørki kann ella ætli eg at renna frá, eg kann vissa Jan Højgaard um, at ein kemur ikki sovandi upp á brúnna á einum skipi, sum er í tí frægara endanum í flotanum.
Fiskar ein onki, so verður onki at býta til nakran, hvørki til manning ella skip. Eg havi tey síðstu mongu árini verið avloysari við besta fiskiskipi í Svøriki, og havi verið sera glaður fyri hendan møguleikan, vónandi verður tað eisini møguligt hjá fleiri av okkara ungu monnum at sleppa at royna seg á sama hátt. Tað er vælsignað at sleppa at royna nýggj og góð skip. Hvussu kann tílíkt verða negativt í eygunum á formanninum í fiskimannafelagnum.
Tað, at eg havi átt part í skipi fyri skjótt 20 árum síðan, kann heldur ikki rennast frá, og tað er harmuligt, at Jan Højgaard ikki hevur roynt tað eisini. Samanlagt lærir man nógv av tí, man gjøgnum lívið fæst víð, ikki minst tá illa hevur gingið í hond.
Tá tað í hasi løgnu greinini hjá formanninum verður funnist at, at eg í politikki havi samstarvað við fólk víð aðrari politiskari uppfatan, bæði til høgru og vinstru, so er at siga til tað, at eg fann skjótt út av, at uttan samstarv og álit millum fleiri partar, kom onki burturúr. Mín fyrsta tala í tinginum um fiskivinnu, snúði seg um at fáa sett á stovn eina uppboðssølu av fiski í Føroyum. Tað bleiv harðliga funnist at, sum nakað sum ikki lat seg gera í Føroyum. Nøkur fá ár seinri bleiv eg nevndarformaður í Lønjavningargrunninum, John Petersen bleiv landstýrismaður í fiskivinnumálum, og tá var leyst og liðugt, og stutt eftir startaðu vit eina uppboðssølu gjøgnum eitt telefax á Lønjavningargrunninum.
Eg gleðist stórliga, tá hugt verður afturá, hvat góðar kreftur hava fingið uppboðssøluna til í dag.
Ikki minst týdningurin av at smærru keypararnir eru slopnir fram at fiskinum, fyri at halda prísin uppi.
Við treiskni og samstarvi sá Samhaldsfasti dagsins ljós, somuleiðis ALS skipanin, inntøkutrygdin er meira enn tvífaldað.
Kanska var størsti sigurin, tá fiskimenn á Føroyagrunninum sluppu frá kvotaskipanini og yvir til fiskidagaskipanina. Neyvan nakrantíð fyrr hava so nógvar góðar kreftur staðið saman um at loysa eitt mál, sum fekk so stórar positivar fylgjur fyri allar partar í fiskivinnuni.
Tá Jan Højgaard setur spurnartekin við, um eg fari at halla reiðarans veg, so skal eg vísa á, at fyri fyrstu ferð í søguni hevur fomaðurin í Fiskimannafelagnum akkurát skrivað undir ein nýggjan sáttmála við Reiðarafelagið, har ikki eitt komma varð broytt, og ikki ein króna komin átrat til fiskimannin.
So kann hvør í sínum lag meta um, hvønn reiðarin er glaðari fyri.









