- Um Ukraina fær slíkar rakettir, fara vit at leypa á tey mál, vit enn ikki hava rakt.
Tað sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, í samrøðu við statsriknu russisku sjónvarpsrásina, Rossiya-1. Fleiri russiskir miðlar endurgeva hesa samrøðu í dag.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur lovað Ukraina framkomnar raketskipanir, sum kunnu raka mál við einari fjarstøðu á 80 kilometrar.
Skipaninar eru partur av enn einum vápnapakka, sum USA vil lata Ukraina, soleiðis at Ukraina gerst betur ført fyri at verja landið móti russiskum álopum.
Sagt verður, at hesin pakki hevur eitt virði av 700 miljónum dollarum.
Rakettirnar, sum talan er um, kunnu tvífalda teinin hjá ukrainska herinum at raka eitt nú russiskar raketstøðir, og her er eftir øllum at døma eitt nú talan um Himars-skipanina, sum er við í nýggja vápnapakkanum hjá USA.
##med2##
- Eg trúgvi, at Vladimir Putin sipar til, at russiski herurin vil leypa á undirstøðukervið í Ukraina, sum skal brúkast til at flyta nýggju vápnini til hermótini í eystara parti av Ukraina.
Tað sigur, Jakub M. Godzimirski, granskari hjá Nupi, sum er norski uttanríkispolitiski stovnurin. Maðurin hevur arbeitt við russiskum uttanríkis-og trygdarpolitikki í fleiri enn 20 ár, og hann fylgir væl við Vladimir Putin og gongdini í Ukraina.
- Tað er upplagt, at russiski forsetin er misnøgdur við, at Nato veitir Ukraina vápn, sigur norski serfrøðingurin í russiskum viðurskiftum.
Jakub M. Godzimirski heldur, at Vladimir Putin vil herða álopini á ukrainska undirstøðukervið í royndini at steðga vápnaveitingini.
- Eg trúgvi ikki, at hóttanin hjá russiska forsetanum snýr seg um at leypa á mál í Nato-londum, tí tað hevði merkt, at Russland fer í kríggj móti Nato, og tað ynskir Vladimir Putin neyvan, heldur hann fyri.
Norski serfrøðingurin væntar, at hóttaninar hjá russiska forsetanum ítøkiliga snúgva seg um álop á vegir, jarnbreytir og brýr.