So hevur David Moyes fingið arbeiði

Útskeldaði venjarin hevur fingið arbeiði í sponskum felagi

David Moyes, sum í apríl mánaði bleiv sparkaður út úr Old Trafford og Manchester United, hevur aftur fingið arbeiði. Maðurin, ið skuldi lyfta arvin eftir Sir Alex Ferguson, skal nú venja spanska felagið Real Sociedad.

 

Skotski venjari bleiv útróptur sum hin útvaldi, tá hann av millum øðrum Sir Alex Ferguson varð valdur til avloysaran, ið skuldi føra Manchester United víðari eftir Sir Alex. Tað gekk illa og David Moyes megnaði ikki at halda eitt heilt kappingarár, áðrenn hann fekk fótin.

 

Real Sociedad hevur fingið eina torføra byrjan upp á kappingarárið og liggja nummar 15. Bretskir miðlar skriva, at 51 ára gamli David Moyes hevur gjørt ein 18 mánaðar sáttmála við Real Sociedad.