So óheppin kann ein bilførari vera

Hetta er ein av teimum heilt løgnu orsøkunum til eitt ferðsluóhapp

Seinnapartin í gjár hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Eysturoy, har ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum og koyrdi upp á eina vegoyggj mitt á vegnum. Løgreglan sigur, at bilurin fekk eitt sindur av skaða, og tað fekk eitt ferðsluskelti eisini.

Nógvar løgnar orsøkir kunnu vera til eitt ferðsluóhapp - og hetta var ein av teimum heilt løgnu.

Tað vísti seg, at beint sum bilførarin kemur koyrandi, fór hann at njósa so illa, at hann rætt og slætt misti tamarhaldið á bilinum og endaði uppi á vegoynni.

Annars er eitt fólk tikið, sum kom til Føroya við flogfari í gjárkvøldið, men sum hevði eina minni nøgd av rúsevnum við sær, og ein bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið í gjár fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman í bygdum øki.