Í gjár hendi tað so aftur, at Havnarvág varð dálkað av olju, sum varð farin á sjógv.
Tað eigur ikki at koma fyri, at olja fer á sjógv, men í Havn er tað kortini at kalla gerandiskostur, at vágin er dálkað av olju.
Løgreglan í Havn sigur, at tað um fýra tíðina seinnapartin í gjár, at boðað varð,at olja fleyt í sjónum framvið Saltsøluni á Vestaru vág.
Sløkkliðið fór at taka upp og mett verður, at hesuferð var talan um nakrar hundrað litrar av gassolju, sum vóru farnir á sjógv.
Løgreglan sigur, at hon hevur ikki illgruna til nakran ávísan, sum kann hugsast at hava skyldina av dálkingina.
Hinvegin er roynd tikin av oljuni, tí kanningar kunnu staðfesta, hvaðani hon stavar. Tað merkir, at fær løgreglan illgruna til onkran ávísan, sum kann hugsast at hava skyldina av dálkingina, kann kanningarúrslitið staðfesta, um oljan stavar akkurát frá einum ávísum skipi, ella ávísum oljutanga.