So heitt verður tað í dag

Nú er summar um alt Føroya land - og tað verður tað verandi

Danska veðurstovan DMI skrivar í forsøgnini fyri dagin í dag, at tað verður heili 15 stig í støðum. Tað vrður 3-7 m./s av eystri og seinnapartin upp í 10 m/s. Turt og sól, hitin millum 9 og 12 stig, men í støðum upp í 15 stig. Í nátt klárt, hitin um 8 stig og 4-9 m/s. 

 

 

Mikudagin sigur hann frá 4-8 m/s av eystri, sum seinni snarar í ein landnyrðing, 2-7 m/s. Turt og nakað av sól, hitin millum 9 og 15 stig. Um kvøldið snarar hann í ein norðan, og tað verður 2-7 m/s. Hitin millum 6 og 9 stig. 

 

 

 

Hósdagin sigur hann frá 3-8 m/s. Skíggjað fyrst, og í støðum regn, men seinni turt og klárt. Hitin millum 9 og 13 stig. Um náttina 2-5 m/s. Fyri tað mesta turt og skíggjað. 

 

Lesarar hjá in.fo hava sent vakrar summarmyndir inn til okkara. Tær síggjast undir hesari grein.