So hækkaðu koronutølini aftur

14 fleiri vórðu smittað í gjár í mun til leygardagin

 

Í gjár vóru 48 nýggir tilburðir við koronu staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

1088 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.

 

Í løtuni eru 415 fólk smittað, trý eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.