So gjørdi Útvarpið drong til kvennkyn

Sambært útvarpinum hjá almenna Kringvarpi Føroya spældu drongjornar bólt hetta vikuskiftið

Í ítróttartíðindunum leygarkvøldið frættu vit um kapping, har bæði drongjornar og gentornar luttóku.

 

Eg veit væl, at nú fer onkur at koma við teirri viðmerking, at hetta er suðuroyarmál, og at vit eiga at verja hesi frávikini, sum nevnd verða dialektir.

 

Víst eiga vit at verja øll frávikini. Eg eri púra samdur. Men hatta er ikki suðuroyarmál. So mikið av suðuroyarmáli havi eg hoyrt alt mítt lív, at eg tori at halda upp á tað.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at málið verður mishandlað í almenna útvarpinum. Men heldur enn at seta krøv og bøta um ringa skilið, tykist leiðslan bara lata standa til og lata hvønn Hanus og Janus púra uttan treytir sleppa fram at mikrofonini og varpa hesar avskeplaðu máliskurnar út í luftina til Føroya fólk.

 

Tað, sum fólk hoyrir í útvarpi og lesur í bløðum, halda tey flestu ivaleyst vera rætt. Tey taka tað til sín og nýta aftur. At fremsti almenni mentanarberi landsins skal ganga undan í hesi útrudding av samleika okkara eigur ikki at standa óátalað. Tí tá málið er farið, er tjóðin farin. Málið er skjótt tað einasta, sum eftir er av okkum sum serstøk tjóð. Alheimsgerðin er skjótt farin við restini.

 

Ikki tí, at nakað ringt er í at fylgja við heiminum kring okkum. Tað er neyðugt, og tað eiga vit eisini at gera. Men at beina fyri málinum av ólíkindum og kleyvarskapi er ovboðið. Og tað fyri almennar pengar.

 

Dømini um vánaliga málkunnleika í Kringvarpinum eru mong. Eg skal bert nevna eitt, sum hevur verið at hoyrt hvørt leygarkvøld í heyst. Nevniliga hetta um forkunnuga vinningin í spurnarkappingini.

 

At nevna eina ferð við Atlantsflogi forkunnuga kann bert benda á, at tann, sum sigur so, veit ikki , hvat orðið forkunnugt merkir. Tað er okkurt, sum fæst sjáldan. Og tað kann so ikki sigast um ferðaseðlar frá Atlantsflogi.

 

Minsta krav vit eiga at kunna seta Kringvarpinum er, at starvsfólkið dugir føroysk mál.