Skip og bátar, sum hava selt á Fiskamarknaðinum teir seinastu dagarnar, hava fingið sera góðan prís fyri eitt nú hýsu, men í dag var hýsuprísurin knappar 10 krónur lægri enn í gjár.
Uppboðssølan seldi knappliga 20.000 pund av útróðrarfiski í dag. At kalla alt var toskur og hýsa og tann størra helvtin toskur. Hýsa II, sum í gjár kostaði góðar 24 krónur í meðal fyri kilo, fór í dag fyri 14,21 krónur. Meðalprísurin á hýsu III var 11,98 krónur, og tað var eisini væl minni enn í gjár. Meðalprísurin á toski II var 15,88 krónur og á toski IV 14,15 krónur.
Tey knappliga 10 tonsini, sum uppboðssølan seldi í dag, fóru fyri 138.000 krónur.