400 danskir hermenn verða sendir til Sýria og Irak í kríggj móti IS. Í fyrsta umfari skulu teir fremja bumbuherferðir móti IS og venja lokalar stríðsmenn til at stríðast móti IS.
Fyribils er ikki talan um, at danskir hermenn skulu í beinleiðis stríð við IS, men Fólkatingið hevur myndugleika at víðka heimildirnar hjá hermonnunum.
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, sigur, at hann stuðlar avgerðini og sigur, at tað er gott at tað verður gjørt og at Danmark er við.
Hann fílist tó harðliga at, at avgerðin verður tikin, uttan at Føroyar yvirhøvur verða kunnaðar um tað.
- Føroyskir myndugleikar hava ikki eingongd fingið boð um avgerðina, og tað gongur beint ímóti tí, sum altíð verður sagt, at ríkisfelagsskapurin er ein felagsskapur millum javnsettar partar. Tá ein partur tekur eina so grundleggjandi avgerð sum at fara í kríggj, og ikki eingongd sigur hinum partinum frá, tá er øgiliga lítil javnstøða millum partarnar, sigur Sjúrður Skaale.
Hann vísir eisini á, at sambært Fámjinsskjalinum, sum varð undirskrivað av Per Stig Møller, uttanríkisráðharra, og Jóannes Eidesgaard, løgmanni, í 2005, skulu Føroyar takast við í avgerðir um trygdarviðurskifti og hava veruliga ávirkan.
- Tá ríkið er í kríggj, so er alt ríkið í kríggj, so eru Føroyar eisini krígsførandi, og tí er tað eftir mínum tykki greitt, at Fámjinsavtalan er brotin, sigur Sjúrður Skaale.
- Skal tað vera nakað høpi í prátinum um javnbjóðis partar og skal ríkisfelagsskapurin rigga væl, so mugu atlit eisini takast til føroysk sjónarmið, sigur Sjúrður Skaale, sum vónar at føroyskir myndugleikar eisini fara at mótmæla í málinum.