So fór húsarhaldsoljan upp á 12 krónur liturin

Oljufeløgini hava skrúvað upp á prísirnar nakrar ferðir seinastu dagarnar.

 

Í dag kostar ein litur av húsarhaldsolju frá Effo 12 krónur, og tað er fyrstu ferð, at prísurin er so høgur. Ein litur av bensini kostar nú 14 krónur og 66 oyru hjá Magn, sum hevur broytt sínar prísir í dag, meðan Effo broytti sínar í gjár. 

Prísirnir hjá teimum báðum oljufeløgunum er ikki heilt tann sami í dag.

Oljufeløgini hava ikki lov at avtala prísir, og tí plagar tað at vera so, at fyrst broytir annað oljufelagið prísin, og nakrar tímar seinni hevur hitt oljufelagið so nett sama prís. Tí eru prísbroytingar væntandi.

Men soleiðis er príslistin hjá oljufeløgunum í løtuni:

##med2##