Gigni er ein týðandi landsumfatandi stovnur, sum hevur til endamáls at veita heilsufrøðiliga tænastu til børn og ung. Heilsufrøðingurin tekur støði í einstøku familjuni og barninum og ráðgevur og vegleiðir eftir teirra tørvi, soleiðis at familjan á bestan hátt kann klára avbjóðingina at vera ein familja.
Tað er eyðsæð, at Gigni er ein sera týðandi og lógarásett tænasta, sum skal veitast øllum okkara yngstu ættarliðum, og eisini øllum næmingum í skúlunum.
Kommunan skal skaffa hølir, men hevur svikið í 25 ár.
Í Lógávuni um Gigni er tað álagt kommununi at útvega hóskandi høli til. Men í uml. 25 ár hevur Tórshavnar Kommuna ikki livað upp til hesa skyldu, og Gigni hevur húsast í sera ótíðarhóskandi hølum í Kristnastovu, sum landið eigur.
Undirritaða og Bjørghild Djurhuus hava gjøgnum fleiri ár arbeitt fyri, at Býráðið tekur hesa skyldu uppá seg at útvega tíðarhóskandi hølir.
Á býráðsfundi í gjár eydnaðist tað okkum at fáa undirtøku fyri, at Guli Skúli við Landavegin skal innrættast til Gigna, tá ið skúlatilboðið flytir út á Argja Skúla.
Og tað fegnast vit av álvara um.
Tað sigur seg skjálvt, at tá ið Gigni skal veita tænastur til so nógvar borgarar, so er neyðugt at hava røttu hølini og pláss – til mammubólkar, til barnavognar, til spælistovur, til integratiónsátøk, til bróstageving og so framvegis.
Tænastan er ómetaliga týdningarmikil í einum tíðarskeiði, har vit hoyra um vaksandi tal av bønum og familjum, sum hava avbjóðingar av ymiskum slag, bæði sálarliga og sosialt, og eisini at fáa familjulív, og arbeiðslív at hanga saman, eins og at útinna miðvíst fyribyrgjani arbeiði.
Vit fegnast um, at útlit eru fyri, at Gigni loksins fær hóskandi hølir í Tórshavnar Kommunu.
Helena Dam á Neystabø og Bjørghild Djurhuus,býráðslimir fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar Býráði.











