So fingu Arsenal-fjepparar sín vilja

Ein spanskur framherji og týskur miðverji eru blivnir kunngjørdir sum Arsenal-leikarar

Nógvar atfinningarsamar røddir hava verið frammi um, at Arsenal má styrkja liðið og keypa inn, um felagið skal gera sær vónir at vinna enska meistaraheitið. Arsène Wenger hevur fingið av at vita frá bæði fjepparum og serfrøðingum seinastu árini, tí at hann ikki hevur fylgt við broytingunum í altjóða toppfótbólti og brúkt teir neyðugu pengarnar, sum í dag skulu til fyri at náa tindarnar.

 

Serliga hevur verið víst á, at Arsenal skal hava ein framherja afturat Olivier Giroud, og í summar hava nógv eisini kravt, at felagið keypir ein miðverja. Serliga tørvurin á einum miðverja gjørdist eyðsýndur, tá ið Arsenal í fyrsta dystinum í hesum kappingarárinum tapti 4-3 á heimavølli ímóti Liverpool.

 

Men í dag hava Arsenal-fjepparar fingið sín tørv nøktaðan. Bæði spanski framherjin, Lucas Pérez, og týski miðverjin, Shkodran Mustafi, eru fyrr í dag kunngjørdir sum Arsenal-leikarar.

 

Lucas Pérez er 27 ára gamal framherji, sum hevur spælt við Deportivo la Coruña farnu árini. Í síðsta kappingarári skoraði hann 17 mál og legði upp til 10 mál fyri Deportivo, ið endaði nummar 15 í Primera División - bert fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Miðverjuinnkeypið hjá Arsenal er somuleiðis avgreitt í Spania. Týski landsliðsmiðverjin, 24 ára gamli Shkodran Mustafi, er keyptur frá Valencia. Afturat at vera miðverji kann Mustafi eisini spæla á báðum bakkplássunum. Mustafi skoraði eitt mál fyri Týskland í EM-endaspælinum í summar, tá ið hann skoraði til 1-0 ímóti Ukraina í fyrsta bólkaspælsdystinum hjá Týsklandi.

 

Bretskir miðlar meta, at prísurin fyri Lucas Pérez er 17 milliónir pund, meðan prísurin fyri Mustafi, alt annað eftir hansara avrikum, kann koma upp á 35 milliónir pund. Sostatt hevur Arsenal brúkt yvir 50 milliónir pund upp á hesar leikararnar, og tað er nú ikki heilt onki.

 

Báðir teir nýggju leikararnir hjá The Gunners spæla møguliga sín fyrsta dyst fyri Arsenal 10. september, tá ið Southampton kemur á vitjan á Emirates Stadium.