So fer Konni Kass á pallin

Klokkan 13 spælir føroyski bólkurin, Konni Kass, á Roskilde Festivalinum

Um eina løtu fer føroyski bólkurin Konni Kass á pallin á Roskilde Festivalinum.


Konni Kass spælir klokkan 13 føroyska tíð, og tað verður á “Rising” pallinum. Rising er ein pallur, sum hýsir ungum spírandi tónleikanøvnum úr Norðurlondum.

 

Roskilde Festivalurin hevur sum siðvenju at leggja dent á at ala nýggj og komandi stór nøvn upp. Á júst hesum pallinum, Rising, hava nøvn sum MØ, Icona Pop og Iceage framført, áðrenn tey fingu altjóða gjøgnumbrot.

 

Tað var í mars mánaða, at Roskilde Festivalurin kunngjørdi 27 nýggj nøvn, og har í millum var Konni Kass. Festivalurin lýsti hesi 27 nøvnini sum “framtíðar stjørnur” og tey bestu innan nýggjan norðurlendskan tónleik. 

 

Tey, ið manna bólkin, eru Konni Kass sjálv, Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Torleik Mortensen og Knút Háberg Eysturstein.