So fekk eisini landsins leiðari koronu

- Í løtuni eri eg ússaligur, men eg havi tað gott eftir umstøðunum, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin.

 

 

Landsstýrisformaðurin, Múte. B. Egede, hevur nú eisini fingið koronu, eins og nógv onnur í Grønlandi seinastu tíðina.

 

Tað skrivar hann á Facebook í dag, og tað er Sermitsiaq, ið endurgevur formannin, sum er staddur í Danmark.

 

- Eg havi frá í dag útsett allar mínar fundir á mínari ferð, eftir at ein pcr-test hevur víst, at eg eri smittaður við koronu.

 

Múte. B. Egede leggur aftrat, at í løtuni er hann ússaligur, men hann hevur tað kortini gott eftir umstøðunum.

 

- Eg ynski tykkum alt tað besta og ein góðan dag, sigur landsstýrisformaðurin í stuttorðaðu fráboðanini í dag.

 

##med2##

 

 

 


 

 

Soleiðis skrivar Múte. B. Egede á Facebook í dag.