So fegnir vóru Brandur og FCK

Heimsíðan hjá FCK hevur lagt út eitt sjónbandabrot av gleðini hjá FCK spælarunum, eftir sigurin móti Real Madrid

Tað var sonnum gleði á monnum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í UEFA Youth League dystinum millum FCK og Real Madrid, sum Brandur og FCK vunnu 3-2.

 

Til ber at síggja sjónbandabrotið við at trýst á pílin á myndini

 

Sigurin merkir, at FCK við føroyska U21 landsliðsmiðvallaranum, Brandi Hendriksson Olsen á liðnum, er víðari til endaspælið í Champions League kappingini fyri U19 lið.

 

Les eisini: Brandur basti Real Madrid

 

Brandur spældi ein avgerandi leiklut í dystinum. Hann legði upp til fyrsta FCK málið, fekk málverjan hjá Real Madrid útvístan og spældi annars framúr væl á framrættaða miðvøllinum.

Les eisini: Brandur fegin um sigurin