So fá sum gjørligt skulu fáa smittuna

- Vit hugsa langt inn í næsta ár, hvussu sóttin skal handfarast, sigur grønlendski landslæknin.

 

 

- Altjóða royndir vísa, at tað er eingin fyrimunur at fáa smittuspjaðing í samfelagið fyri at gera fólkið mótstøðuført móti korona. Tí er tað málið hjá grønlendska landsstýrinum at byrgja uppfyri smittuspjaðing í landinum.

Tað segði grønlendski landslæknin, Henrik L. Hansen, í tíðindafundi í Grønlandi í dag.

Landslæknin vísti á, at sjálvt í býum í Italia, har nógv doyðu við covid-19, var tað bert fjórði hvør borgari, sum í veruleikanum gjørdist smittaður við covid-19. Hann segði, at hetta er ikki nóg mikið til at røkka einum sonevndum floksimmuniteti.

Tískil snýr øll strategi'in, sum landsstýrið hevur samtykt, at umgangast smittuspjaðing í Grønlandi.

Henrik L. Hansen segði, at talan er um eina langtíðarætlan, tá røtt verður um, hvussu sóttin skal handfarast. - Vit hava ikki nátt toppinum enn. Vit hildu kanska, at covid-19 skjótt fór at hvørva, men vit fara at arbeiða við sóttini leingi.

Landslæknin segði, at myndugleikarnir hugsa langt inn í næsta ár, hvussu sóttin skal handfarast. Hann segði eisini, at endamálið hjá Grønlandi er, at tað ikki skal gerast neyðugt at lata samfelagið aftur av nýggjum, tí hetta hevði kostað nógv fíggjarliga.

- Knapplig afturlating er ógvuliga kostnaðarmikil fyri eitt samfelag, og hetta hevði verið óheppið fyri gongdina. Tiskil skulu vit royna at umgast eina støðu, har vit kenna okkum trýst til at lata ein heilan bý aftur av nýggjum, soleiðis sum gjørt varð í Nuuk.

Henrik L. Hansen vísti eisini á ymisk viðurskifti, sum gera Grønland viðkvæmt, um eitt nýtt smittuútbrot skuldi komið. - Landið er stórt, og tað kann gerast trupult at finna eitt útbrot í einari bygd ella staði langt burtur frá møguleikunum til testing, legði landslæknin aftrat.