So eru Gluntan lendir í Føroyum

Norska danseband-orkestrið, Gluntan, sum í annaðkvøld skal spæla til stórdans í ítróttarhøllini í Trongisvági, er lent í Vágum í øllum góðum.

Suðuroyingar hava leingi ynskt, at teir kundu fáa eitt gott danseband-orkestur til Suðuroyar at spæla, og nú Gluntan stóð teimum í boði, tóku teir av.

Eisini verður plátuvendarin, Martin Sømark, við til dansin í Trongisvági í annaðkvøld, tá dansurin verður líka frá klokkan 23 til 04.

Gluntan er ikki hvør sum helst, tí hetta er fyrsti norðurlendski bólkur, sum seldi so nógv, at hann fekk platin-plátu í 70-unum.

Eisini var Gluntan fyrsti bólkur í øllum Europa, sum seldi so nógvar eindir, at tað rakk til diamant!