So er útselt til Seniorfestivalin

Seniorfestivalurin er festivalurin fyri tey tilkomnu. - Nú er útselt, siga fyrireikararnir.

Nú tríggir dagar eru eftir, til Seniorfestivalurin á røktarheimsøkinum í Runavík fer av bakkastokki, boða fyrireikararnir frá, at útselt er til festivalin.

 

Sostatt ber ikki til at keypa atgongumerki við "dyrnar”.

 

- Fyrstir á pallin verða Jens Lisberg og Árni Andreasen, og so gongur tað slag í slag í hesi  raðfylgju - Hervør Sabina á Torkilsheyggi, Magnus á Stongum, Sámal Ravnsfjall, Skálafjarðar Sløkkilið, Ragnar Olsen, Niels Midjord, Tey á Løgmansbø, Signar í Homrum, Magni Christiansen, Bill og Torbjørn og Hallur Joensen & Co.

 

Fyrireikararnir siga, at festivalurin verður settur av  Magnusi  Rasmussen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, leygardagin klokkan 15, og frásøgufólk verða Elis Poulsen og Tórður Mikkelsen.

 

- Fyrireikingarnar hava gingið væl, tjøld og pallur eru komin upp á pláss, og nú er so at siga alt klárt til at taka ímóti gestunum, siga fyrireikararnir.