So er turra tíðin farin

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, væntar at regnið kemur í morgin.

Góða veðrið seinastu dagarnar er av á hesum sinni. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, væntar ælaveður restina av vikuni.

 

Seinnapartin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum sjey og tíggju stig.

 

Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul av vestri og okkurt æli fyrrapartin, men seinnapartin upp í ein strúk av vestri. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum átta og ellivu stig.

 

Mikudagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og okkurt æli, men eisini sólglottar. Hitin millum sjey og tíggju stig.

 

Hósdagin og fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum sjey og ellivu stig.