So er trolarin komin úr dokkini

Fyrrapartin eydnaðist tað at fáa stóra portrið í flótidokkini hjá Hirtshals Yard upp, og í kvøld eydnaðist tað eisini at fáa trolaran úr dokkini.

Fyrrapartin í dag eydnaðist tað at fáa stóra portrið í flótidokkini hjá Hirtshals Yard upp, og í kvøld eydnaðist tað eisini at fáa stóra norska trolaran út úr dokkini.

 

Einki el hevur verið í dokkini, síðan hon koppaði, og tí hevur ikki borið til at fingið portrið upp á vanligan hátt, men í morgun eydnaðist tað so hjá einum flótikrana at lata portrið upp.

 

Stjórin í Hirtshals Yard, Rasmus Brohus, sigur, at trolarin, sum norska reiðaríið Hardhaus eigur og sum var í dokkini til ymiskt viðlíkahald, tá hon koppaði, hevur fingið skaðar.

 

- Tað eru nakrir skaðar, men teir kunnu vit umvæla, sigur hann.

 

Stjórin sigur, at næsta stigið verður at fáa dokkina upp á rættkjøl aftur, og tað verður gjørt við at pumpa luft í barlasttangarnar og við at fáa pumpur til at pumpa sjógvin úr dokkini við.

 

- Vit taka eitt stig í senn, og alt gongur eftir ætlan, leggur Rasmus Brohus aftrat.