Nógv fólk var komið saman á Vaglinum í Havn seinnapartin, tá jólatræið í høvuðsstaðnum bleiv tendrað. Træið er ein gáva frá Reykjavíkar kommunu og borgarstjórin í Reykjavík hevur sjálvur høgt træið, áðrenn tað bleiv sent til Føroya.
Líf Magneudóttir, býráðslimur í Reykjavík, helt fyrstu røðuna í dag. Hon samanbar jólatíðina her og í Íslandi, hvussu myrk tíðin er, men hvussu hugaligt tað tá er at koma saman um góðan mat og vermandi ljós.
Heri Joensen, prestur, helt á í sama anda í síni røðu, áðrenn Annika Olsen, borgarstjóri, tók saman um. Hon greiddi frá søguni handan siðin at hava jólatræ á Vaglinum.
- Hetta er 83. árið, at jólatræ verður tendrað á Vaglinum. Fyrsta jólatræið varð tendrað sum ein vónarglæma undir Tinghúsinum í 1934. Hetta var, sum listamálarin Sámal Joensen Mikines tók til, ein "ónd tíð" við fátækt, nógvum vanlukkum á havinum og tuberklum.
- Jólatræið á Vaglinum kveikti gleði og vón. Tí vendu fólk sær eisini til býráðið, og almennar áheitanir komu frá blaðstjórum um, at hesin siðurin átti at verið endurtikin á hvørjum ári. Jólini eru ikki bara ein ávís árstíð, jólini eru ein kensla. Og tí brúka vit enn tíð, orku og pening uppá at prýða okkara felags høvuðsstað. Vit vilja skapa og spjaða gleði og hugna í eini annars myrkari tíð, segði hon.
Borgarstjórin nýtti eisini høvi alment at lata skoytibreytina í gamla Kommunuskúlagarðinum upp.
At enda sluppu Rógvi og Julius, jólamaður, at tendra træið, við góðari hjálp frá øllum børnunum, sum vóru komin saman á Vaglinum. Og sum siður er, vitjaðu fleiri jólamenn í býnum aftan á haldið og góvu børnum og barnsligum sálum karamellir.
Undir her eru nógvar myndir, sum myndamaðurin hjá Miðlahúsinum tók av haldinum og á hesi leinkjuni eru nakrar myndir afturat, sum Tórshavnar kommuna hevur tikið.










