Mótstøðuliðið í kvøld er Skotland, og hóast føroysku venjararnir ikki kenna heilt so nógv til mótstøðuliðini, so sigur annar av landsliðsvenjarunum, Niclas Joensen, at talan er um stórar spælarar.
Tað sær eisini út til, at tær sláa hart, men tekniskt eru tær kanska ikki heilt so sterkar. Men talan verður undir øllum umstøðum um ein truplan dyst, har vit veruliga skulu spæla upp til okkara besta, um stig skulu spyrjast burturúr, sigur Niclas Joensen.
Allir dystirnir í EM-undankappingini verða spældir í Ítróttahøllini á Hálsi í Havn.