So er tað Honda

Japanska bilverksmiðjan Honda hevur gjørt av at senda boð eftir 412.000 bilum, sum fyritøkan hevur selt í USA.

Orsøkin er, at fleiri bileigarar hava kært seg um trupulleikar við bremsupedalinum, tí luft kemur í bremsuskipanina.

Talan er um 344.000 bilar av slagnum Odyssey og 68.000 av slagnum Element frá 2007 og 2008.

Ein talsmaður fyri Honda sigur, at fyritøkan hevur fingið fráboðan frá amerikonsku myndugleikunum um fleiri óhapp við Odyssey og Element frá 2008 ella 2008.