Í dag byrjaði HM-stevnan á stuttgeil 2018 í Hangzhou í Kina, við luttøku føroyskum svimjarum. Bæði Signhild Joensen og Óli Mortensen skulu royna seg hendan fyrsta kappingardagin, fyrst Óli í triðja riðli í 400 frí, og síðani Signhild nakað væl seinni í fjórða riðli í 100 rygg, skrivar svimjing.com.
Signhild Joensen kom á mál við tíðini 1:00.98 í 100 metrar rygg. Tað rakk til eitt 38. pláss millum 57 luttakarar. Óli Mortensen kom á mál við tíðini 3:53.25 í 400 metrar frí. Hann endaði sum nummar 31 av 41 luttakandi.
Svimjing.com skrivar um ferðina í Kina:
Støðan er ókey. Tað er ”stuttligt” sum tíðarmunurin rakar bæði beinanvegin og leingi, so at rót er í okkara svøvnrútmu; men vit vóru her tíðliga og royna sum frægast at fáa nóg mikið av svøvni.
Hylurin er super, og stemningurin góður, bæði í føroyska leirinum og millum lond. Her búgva nógv lond á Hotel Sorl, og tað rrennur tí eitt sindur saman, tá náttverðatíð ikki byrjar fyrr enn klokkan 19:30. Tað hevur eisini sína sjarmu.
Sera fá av teimum lokalu skilja enskt, men her eru hjálparar í gulum troyggjum, sum typiskt eru tey sum duga enskt. Hartil kunnu tey umseta rættiliga væl við onkrum app á telefon, við skrift ella talu.










