So er tað greitt: Berlusconi stillar uppaftur

Hóast hann er skuldsettur fyri bæði líkt og ólíkt og seinast dømdur fyri skattasvik, fer fyrrverandi italski forsætisráðharrin Silvio Berlusconi at royna at koma aftur í sessin sum italskur stjórnarleiðari.

-Eg stilli upp fyri at vinna, segði tann 76 ára gamli Berlusconi við tíðinmdafólk í dag. Hann segði, at hann verður forsætisráðharraevni hjá Frælsisflokkinum og tí norðuritalska flokkinum Liga Norður.

Tjóðartingsval verður í Italia í mars ella apríl næsta ár. Valdagurin er ikki ásettur enn.