Í góðveðrinum í dag - og beint eftir gudstænastuna í Miðvágs kirkju - varð standmyndin av Mikkjali á Ryggi (1879-1956) avdúkað í Miðvági.
Við røðum, kórsangi og ikki minst felagssangi var alt gjørt fyri at løtan skuldi gerast so góð til sum tilbar. Nógv fólk hevði tí leitað sær til tiltakið, sum varð hildið í samband við vestanstevnuna í Miðvági.
Arbeitt hevur verið við ætlanini um at reisa skaldinum mikla eina standmynd í sløk tvey ár. Nú varð standmyndin, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur evnið til, so avdúkað til stóra gleði fyri fólkið.
(Á myndini, sum Jens Kristian Vang hevur tikið, avdúkar Marin Margreta Tórgarð, sum er bróðurdóttir Mikkjal á Ryggi, standmyndina)