So er Ísland við

Við einari sera væl skipaðari verju og einum stórspælandi Arnór Atlason úr AG København blásti ella kanska rættari sagt goysti tað íslendska landsliðið Ungarn av vøllinum í EM-millumumfarsdystinum seinnapartin.

 

Teir fyrstu 25 minuttirnar fylgdust liðini, men so fór Ísland frá hinum, og í hálvleikinum vóru íslendingar á odda 14-10. Hetta megnaðu ungarar ongantíð at vinna innaftur. Teir hingu støðugt millum fimm og sjey mál aftanfyri, og tá dysturin endaði, hevði Ísland vunnið 27-21.

 

Fyri íslendingar mundi tað vera hugaligt at síggja, at sjálvt um liðið ein part av seinna hálvleiki spældi við fleiri óroyndum spælarum, kláraðu teir at varðveita tann sama munin alla tíðina.

 

Ísland hevur nú tvey stig í millumfarinum og hevur tveir truplar dystir eftir - ímóti Fraklandi og Spania.