Russland fekk í dag formliga limaskap í Altjóða Handilsfelagsskapinum WTO. Í hesum viðfangi hevur ES-nevndin sent út eina yvirlýsing, har hon sigur seg fegnast um russiska limaskapin, ið uttan iva fer at gagna samskiftinum millum ES og Russland.
Euobserver.com skrivar, at Russland er triðstørsta viðskiftalandið hjá ES, og at ES er størsti einstaki handilsfelagi hjá Russlandi.
Samráðingarnar um russiskan limaskap í WTO hava verið sera truplar. Tær byrjaðu fyri 18 árum síðani, og hesi árini hava nógvir fundir verið. Tann 10. juli samtykti tjóðartingið í Moskva, at Russland skuldi fara upp í WTO.









