Nú er endaligur sáttmáli undirskrivaður um, at Tórshavnar Havn kann fara undir at útbyggja Eystaru Bryggju í Havn.
Tað hendi, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Steinálvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, skrivaðu undir sáttmála upp á 465 milliónir krónur.
Málið um útbygging av Tórshavnar Havn byjaði í 2013, tá fyrstu pengarnir vórðu avsettir til forkannigar av havnarøkinum – og fyri løtu síðani varð tað klárt hjá J&K Petersen at fara undir arbeiðið, sum skal latast Tórshavnar Havn 30. november í 2017.









