Hvønn mánað letur Sosialurin út kvinnublaðið HON og í dag er enn eitt framleitt, sum verður at fáa í postkassum kring landið í morgin.
Hesaferð kanst tú lesa samrøðu við Malan Marnersdóttir, sum vísir á, hvussu umráðandi tað er, at kvinnur taka pennin og fara at skriva.
Vit seta spurningin - hvør er kvinnan handan jólamannin? Vit hava verið á gøtuni og spurt føroyingar, hvat tey vita um jólakonuna og vit heita á lesararnar, um at enda søguna, sum vit hava byrjað, um konuna handan jólamannin.
Les uppskriftir uppá lekkurt jólagløgg, okkara reyðsokkasíður, myndablogg frá Eiler Fagraklett og mangt annað.
HON - nú í postkassunum.