Norðurlandahúsið er nærum fullsett, nú FMA fór av bakkastokki fyri løtu síðani. Tónleikarar, mentanarfólk og onnur hava leitað sær niðan í Norðurlandahúsið til hesa fagnanina av føroyskum tónleiki.
21 virðislønir skulu handast í kvøld, sum spenna líka frá ársins húsa til ársins framleiðara, frá ársins teksti til átak. Eins og í fjør eru virðislønirnar býttar í tríggjar bólkar, opin bólkur, folk, country og blues bólkurin og popo/rock-bólkurin.
In.fo fylgir handanini. Allir vinnararnir verða kunngjørdir her so hvørt, umframt at vit fara at hava samrøður við tónleikarar og aðrar luttakarar alt kvøldið.