Bridge
Liðkappingin hjá Føroya Bridge Samband byrjar fríggjadagin 13. januar 2006 í skúlanum í Sørvági.
Freistin at boða frá luttøku til liðkappingina er fríggjadagin 6. januar 2006. Tilmelding hjá Jóannes Mouritsen 311930 ella Robert Langaard 742002.
Kappingin í ár sær rættiliga spennandi og opin út. Liðið hjá Allani Dal- Christiansen, ið vann 1.deild í fjørð, er aftur í ár favorittur at vinna, meðan liðið hjá Boga Simonsen og Símin Lassaberg væntandi fara at geva teimum harða kapping.
Í fjørð vóru bæði ein 2. deild og 3. deild við í kappingini. Í ár verða tær nokk lagdar saman til eina størri deild. Fleir sera sterk lið fara at dystast um at vinna sær sæti í bestu deildini.
Steypakappingin
Fyri tveimum árum síðani avgjørdi FBS, at broyta steypakappingina, soleiðis, at hon varð spæld sum ein miniliðkapping. Hendan broyting gekk ikki serliga væl, tískil verður kappingin broytt aftur til tann gamla háttin við cup-skipan. Eftir hesari skipan, verður lutakast millum øll tey tilmeldaðu liðini. Tað liðið, sum fyrst verður trekt hevur heimadyst og skal syrgja fyri at hesin verður spældur eftir galdandi reglum og innan ásettu tíðarfreist. Tá ið komi er fram til hálvfinaluna og sjálva finaluna, verður tað FBS, ið skipar fyri dystinum.
Vinnarin av steypakappingini sleppur at umboða Føroyar í tí sera sterku Rottneros kappingini, ið verður spæld einaferð í mai 2006. Liðini, ið luttaka í hesari kapping eru steypavinnarar úr hinum norðanlondunum.
Freistin at boða frá luttøku til steypakappingina er 13. januar 2006.
Tilmelding hjá Jóannes Mouritsen 311930 ella Robert Langaard 742002.
Spæl
Hvat hevði tú melda sum sunnan við hesari hondini. Pass kemur til tín í 3.hond.
N/NS
Sp D109865
Hj 4
Rú K8765
Kl E
Ein kann velja millum 1sp, 2sp og pass. Sjálvur vildi eg melda 2sp fyri at sperra mótpartin. Sigið tykkara meining á bridge.fo.
---
Bridge Kalendarin 2006
JanuarFríggjadag, 1319:00FM-LiðSørvágur
Leygardag, 14.10:00FM-LiðSørvágur
Sunnudag, 15.14:00Grand Prix parSørvágur
FebruarFríggjadag, 3.19:00FM-LiðEysturoy
Leygardag, 4.10:00FM-LiðEysturoy
Sunnudag, 5.14:00Grand Prix parEysturoy
Fríggjadag, 24.19:00FM-LiðTórshavn
Leygardag, 25.10:00FM-LiðTórshavn
Sunnudag, 26.14:00Grand Prix parTórshavn
MarsFríggjadag, 17.19:00FM-LiðKlaksvík
Leygardag, 18.10:00FM-LiðKlaksvík
Leygardag, 18.20:00Veitsla við steypahandan
Sunnudag, 19.14:00Grand Prix parKlaksvík
AprílLeygardag, 1.10:00FM-Par semifinalaTórshavn
Leygardag, 22.10:00FM-Par finalaTórshavn