So er aftur ivi í Keypmannahavn

Fyrr í kvøld ljóðaði, at partarnir á veðurlagsráðstevnuni vóru samdir um eina avtalu, men nú er aftur ivasamt, um nøkur avtala er, siga fjølmiðlarnir. Danska kringvarpið sigur frá sínum keldum, at menningarlondini hava tikið sín stuðul til avtaluna aftur.

Samstundis skrivar Ritzau, at ES hevur eisini sett spurnartekin við avtaluna. Ein ES-diplomatur sigur við tíðindastovuna, at í løtuni er eingin avtala. Sambært diplomatinum liggur ein tekstur á borðinum, men at talan er hvørki um eina fráboðan ella eina avtalu.