So endaði Jósef

Hóskvøldið var stóri endabresturin í Norðurlandahúsinum, tá sangleikurin "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið" fyri seinastu ferð varð sýndur, og tilsamans hava 6450 fólk sæð leikin. Lesið annars reportagu og samrøður frá endabrestinum í komandi týsdagsblaði

Eftir heili 17 sýningar seinastu tvær vikurnar er Jósef nú ikki longur at síggja í Norðurlandahúsinum, men fer hann og hansara dreymakot tó leingi framyvir at bleiktra á føroyska stjørnuhimmalinum.
Stóri sangleikurin hevði sín endabrest hóskvøldið, og eftir 17 almennar sýningar hava 6450 fólk sæð leikin. Ongantíð áður hevur Norðurlandahúsið selt so nógv atgongumerki so stutta tíð, men nú er aftur gerandisdagur hjá teimum gott 100 fólkunum, sum hava verið tengd at verkætlanini.
Norðurlandahúsið var eins og áður stúgvandi fult hóskvøldið, og fer leikurin í søguna sum ein slóðbrótandi verkætlan við størstu og skjótastu sølu nakrantíð, har Studentaskúlin í Hoydølum hevur verið stigtakari, meðan Tórshavnar Musikkskúli og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hava átt sína stóra leiklut í frálíka sangleikinum.

Reportaga í næstu útgávu
Sosialurin var til staðar handan leiktjøldini undir seinastu sýning hóskvøldið, og vegna plásstrot verða reportaga og samrøður at lesa í týsdagsblaðnum við viðmerkingum frá leikarum og fyrireikarum.

Mynd:
"Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið" hevði sín endabrest hóskvøldið við seinastu sýning. Meiri verður at lesa um hetta í týsdagsblaðnum